Havnar Badmintonfelag summarferð til Malaysia

IMG_2685.jpeg

Í døgunum 14.-27. juli hava yvir 20 leikarar og onnur frá Havnar Badmintonfelag verið á venjingar- og frítíðarferð í Malaysia.

Fai Yin Wong, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá Havnar Badmintonfelag (HBF) síðan 2019, er úr Malaysia, har hann hevur verið yrkis badmintonleikari síðan hann var 12 ára gamal. Hann hevur eisini verið á malaysiska landsliðnum í badminton, har hann leikti mix-double, og er hann enn ein rættuliga kendur persónur í Malaysia.

Wong hevur saman við nevndini í HBF skipað fyri ferð til Malaysia, har eldri leikarar í felagnum hava vant badminton saman við m.a. silvurvinnara frá olympisku leikunum í Rio de Janero, og hava teir eisini havt ymiskar stuttleikavenjingar og verið útferðir.

Íalt eru 44 fólk í ferðalagnum. Talan er um leikarar, familjur hjá leikarum, umboð frá nevndini og onnur frá felagnum.

Ferðin gekk via Keypmannahavn og Qatar til Kuala Lumpur í Malaysia. Í Kuala Lumpur vóru fýra venjingar fyri leikarunum, og skipað varð fyri útferðum til tempul, moske, aquarium, Kuala Lumpur Twin Towers, Ginting Highlands o.a. í Kuala Lumpur. Síðan varð farið til Langkawi, har onkur stuttleika venjing hevur verið, og vitjað er á nøkrum av teim 99 oyggjunum, sum hoyra til Langkawi. Áðrenn farið varð til Føroya aftur, varð steðgað nakrar dagar í Singapore.

Ferðin hevur øll sum hon er verið ein heilt serstøk uppliving, bæði við badminton venjingum og nógvum áhugaverdum útferðum.

Ferðalagið kom heim aftur seinnapartin leygardagin tann 27. juli.