Vælkomin til leikárið 2020/21.

Venjingin byrjar 17. august 2020 og endar 15. mai 2021.
 
Tilmelding til hetta leikárið fer fram her á limasíðuna hjá HBF, har allir leikarar fyrst skulu ‘Stovna vanga’ og síðani melda seg til eitt lið.
 
Stovna Vanga
Tú stovnar ein vanga við at trýsta á "STOVNA VANGA" omanfyri. Hvør einstakur leikari skal hava egnan vanga. Tað vil siga, at tá eitt barn skal melda til lið, skal barnið rita inn á sín vanga, og ikki á vangan hjá foreldrunum.
 
Melda til lið
Tá tú hevur stovnað tær ein vanga, skal tú rita inn og síðani velja "LIÐTILMELDING" omanfyri.
 
Tað er avmarkað pláss á øllum liðunum, tí er umráðandi at melda til sum skjótast.

Okkara gjaldskipan krevur 3D Secure. Tí er neyðugt at tekna tykkara gjaldskort til 3D Secure. Sí nærri lýsing her: 3D Secure
 
Bíðilisti
Er liðið fullteknað, er møguleiki at koma á bíðilista. Tað er ókeypis at vera á bíðilistanum. At vera á bíðilista merkir, at um tað eftirfylgjandi verður pláss á liðinum, fær viðkomandi, sum stendur ovast á listanum, ein t-post sendandi við møguleikanum at melda til. Hesin møguleikin stendur við í 48 tímar. Er tilmeldingin ikki avgreidd innan 48 tímar, verður plássið sjálvvirkandi boðið til tann næsta á bíðilistanum. Er man komin á bíðilista er umráðandi, at fylgja við t-postinum eftir at badmintonvenjingin er byrjað.
 
Eru ivamál ber til at seta seg í samband við nevndina ella skriva eini boð á FB-síðuna hjá Havnar Badmintonfelag.