Vælkomin til leikárið 2024/25.
Tilmelding fram her á limasíðuna hjá HBF, har allir leikarar fyrst skulu ‘Stovna vanga’ og síðani melda seg til eitt lið. Um tit longu hava ein vanga skulu IKKI stovna ein nýggjan vanga !
Verandi limir fáa fyrst møguleikan at melda seg til lið. Eftir eina viku, verða plássini, sum eru eftir, boðin út til nýggjar limir. Verandi limir fáa teldupost við leinkju til tilmelding tann 27. august.
Har er avmarkað pláss á øllum liðunum og tí er umráðandi at melda til sum skjótast. Tað er "først til mølle ...".
Verandi limir kunnu melda til frá 27, august.
Nýggir limir kunnu melda til frá 3. september.
Stovna Vanga
Tú stovnar ein vanga við at trýsta á "
STOVNA VANGA" omanfyri. Hvør einstakur leikari skal hava egnan vanga. Tað vil siga, at tá eitt barn skal melda til lið, skal barnið rita inn á sín vanga, og ikki á vangan hjá foreldrunum.
Melda til lið
Tá tú hevur stovnað tær ein vanga, skal tú rita inn og síðani velja "
LIÐTILMELDING" omanfyri.
Tað er avmarkað pláss á øllum liðunum, tí er umráðandi at melda til sum skjótast.
Okkara gjaldskipan krevur 3D Secure. Tí er neyðugt at tekna tykkara gjaldskort til 3D Secure. Sí nærri lýsing her:
3D Secure
Bíðilisti
Er liðið fullteknað, er møguleiki at koma á bíðilista. Tað er ókeypis at vera á bíðilistanum.
At vera á bíðilista merkir, at um tað eftirfylgjandi verður pláss á liðinum, fær viðkomandi, sum stendur ovast á listanum, ein t-post sendandi við møguleikanum at melda til. Hesin møguleikin stendur við í 48 tímar. Er tilmeldingin ikki avgreidd innan 48 tímar, verður plássið sjálvvirkandi boðið til tann næsta á bíðilistanum. Er man komin á bíðilista er umráðandi, at fylgja við t-postinum eftir at badmintonvenjingin er byrjað.
Eru ivamál ber til at seta seg í samband við nevndina ella skriva eini boð á FB-síðuna hjá Havnar Badmintonfelag.