2017/2018 14.08.2017  -  11.05.2018
Leiðbeining
Nýggir limir sí vegleiðing her.
 
Gevið gætur: Broytingar á liðunum kunnu koma fyri, tí vit býta liðini upp eftir styrki og aldur.
 
A og B lið: Um onkur spælari ynskir at skifta lið, skal hann seta seg í samband við venjaran. Venjararnir á báðum liðunum taka støðu til, um tað ber til at flyta lið. Eitt sum er avgerandi er t.d., um tað er pláss á hinum liðinum.

Um tú venur við einum eldri aldursbólki enn tú eigur, so skalt tú skráseta teg og gjalda fyri eldra bólkin.

Foreldur og børn (Mini)
Foreldur og Børn er venjing fyri børn, sum eru undir 9 ár. Vit venja miniton so til ber at heilt smá børn eisini eru við til venjingarnar. Børnini skulu tó helst verða eldri enn 3 ár.
 
Foreldur/avvarðandi eru við til hvørja venjing, og eru ein aktivur partur av venjingini.
Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

U11 (U11)
U11 eru børn sum eru fødd í fødd 2007 ella seinni. Liðini eru býtt sundur í tvey lið, A og B.
 
Á A-liðinum eru royndir leikarar, sum hava spælt eitt ár ella meira.
 
Á B-liðinum eru nýbyrjarar og minni royndir leikarar.
 
Liðini hjá U11 verða endaliga býtt upp í A og B lið fyrst í september. Tí verða venjingartíðirnar hjá hesum liðum ikki endaliga fastlagdar fyrr enn tá.

HBF skipar fyri venjing ein leygardag fyrst í september, har leikarar fáa at vita, á hvørjum liðið tey venja. Um spurningar eru, so eru bæði venjarar og umboð fyri nevndina tilstaðar hendan leygardagin.

Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (3)

U13 (U13)
U13 eru børn, sum eru fødd í fødd 2005-06. U13 er býtt sundur í A og B lið.
 
Útgangsstøðið er, at A- liðið eru royndir leikarar, sum hava spælt badminton minst eitt ár.
 
B-liðið eru minni royndir leikarar og nýbyrjarar.
 
Liðini hjá U13 verða endaliga býtt upp í A og B lið fyrst í september. Tí verða venjingartíðirnar hjá hesum liðum ikki endaliga fastlagdar fyrr enn tá.
 
HBF skipar fyri venjing ein leygardag fyrst í september, har leikarar fáa at vita, á hvørjum liðið tey venja. Um spurningar eru, so eru bæði venjarar og umboð fyri nevndina tilstaðar hendan leygardagin.
 
Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

U15/U17 A (U17A)
U15/17 A eru børn/ung sum hava vant í fleiri ár og eru á einum hægri støði í styrki.
 
Tað eru børn sum eru í fødd 2001-04.
 
Tað verður vænta av leikarum á U15/17A, at tey meldað seg til kappingarnar sum eru í Føroyum. 
Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

U15/19 B (U19B)
U15/19 B eru børn/ung sum antin ikki hava vant so nógv ár, ella ikki hava røttu styrkina enn.
 
Tey kunnu melda til allar kappingar í Føroyum, men tað er ikki eitt krav.
 
Tað ber til rykkja upp í U15/17 A, um venjarin heldur at støðið er nøktandi.
 
Talan er um børn/ung, ið eru fødd í : U19 1999-2000, U17 fødd 2001-02 og U15 fødd 2003-04
Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

Seniorar (Sen)
Seniorar: Talan eru um leikarar sum hava eitt rímiliga høgt støði.
Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

Master Class (MC)
Master Class er fyri vaksnar leikarar, ið ikki venja við seniorunum. Kunnu melda seg til allar kappingar í Føroyum.
Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

Nýbyrjarar (NYN18)

Hevur tú hugsað um badminton í nógv ár, men ongantíð lært grundleggjandi spælið, ella hevur ketcharin hjá tær fingið loyvið at samla støv heima við hús í alt for nógv ár ?

So hevur tú nú møguleika at koma til venjing hjá HBF, har fokus er á grundleggjandi badmintonspælið fyri fólk, sum eru 18 ár og eldri.

Síggj alla frágreiðingina
Melda til - Síggj lið - (1)

Nýggjastu tíðindi

Tiltak