Vælkomin til leikárið 2017/18.

Venjingin byrjar mánadagin 21. august 2017 og endar fríggjadagin 11. mai 2018.
 
Tilmelding til hetta leikárið fer fram her á limasíðuna hjá HBF, har allir leikarar fyrst skulu ‘Stovna vanga’ og síðani melda seg til eitt lið.
 
Stovna Vanga
Tú stovnar ein vanga við at trýsta á "STOVNA VANGA" omanfyri. Tá ið tú hevur stovna ein vanga, fært tú ein teldupost frá HBF, har sært tú eisini títt loyniorð. Hvør einstakur leikari skal hava egnan vanga. Tað vil siga, at tá eitt barn skal melda til lið, skal barnið rita inn á sín vanga, og ikki á vangan hjá foreldrunum.
 
Melda til lið
Tá tú hevur stovnað tær ein vanga, skal tú rita inn og síðani velja "LIÐTILMELDING" omanfyri.
 
Tað er avmarkað pláss á øllum liðunum, tí er umráðandi at melda til sum skjótast.

Liðini hjá U11 og U13 verða býtt upp í A og B lið fyrst í september. Tí verða venjingartíðirnar hjá hesum liðum ikki endaliga fastlagdar fyrr enn tá.

HBF skiipar fyri venjing ein leygardag fyrst í september, tá fáa leikarar at vita, á hvørjum liðið tey venja. Um spurningar eru, so eru bæði venjarar og umboð fyri nevndina tilstaðar hendan leygardagin.

 
Bíðilisti
Er liðið fullteknað, er møguleiki at koma á bíðilista. Tað er ókeypis at vera á bíðilistanum. At vera á bíðilista merkir, at um tað eftirfylgjandi verður pláss á liðinum, fær viðkomandi, sum stendur ovast á listanum, ein t-post sendandi við møguleikanum at melda til. Hesin møguleikin stendur við í 24 tímar. Er tilmeldingin ikki avgreidd innan 24 tímar, verður plássið sjálvvirkandi boðið til tann næsta á bíðilistanum. Er man komin á bíðilista er umráðandi, at fylgja við t-postinum eftir at badmintonvenjingin er byrjað.
 
Eru ivamál ber til at seta seg í samband við nevndina ella skriva eini boð á Fb síðuna hjá Havnar Badmintonfelag.

Nýggjastu tíðindi

Tiltak